
Nordik 129
Tveyplans hús á 129m2 hvør hæddin. Hóskar væl til barnafamiljuna við 3-4 børnum
Íroknað
- í stovuhædd er stór kombinerað stova/køkur, grovkøkur, hjallur, trappurúm, baðirúm, og eitt kamar. Í niðaru hæddini er uppihaldsrúm, trý kømur, baðiverilsi, tøknirúm/goymslurúm
- øll okkara hús eru teknað í samstarv við teknistovuna Nýrúm
- húsini verða bygd upp við EPS flamingo byggiblokkum
- húsini verða gjørd av føroyskari og útlendskari arbeiðsmegi við hollari vitan og drúgvum royndum um bygging við byggiblokkum
- húsini hava pussaða fasadur útvendiga og verða málað í ljósum liti
- carport verður deilvís klætt við lættari timbur klædninigi
- hjallur er partur av ávísum sniðum
- øll uppgivin fermetratøl eru útvendig mát
- tilber seinni at klæða húsini um ein ynskur tað
- vindeygu eru træ/alu 3 laga glas, hvítt inni svart úti
- húsini verða bygd samb BK17 reglugerðini fyri sethúsa bygging
- tekja er Sika takmembran
- husini kunna speglvendast eftir ynski
- alt lendisarbeiði er byggiharrans ábyrgd
- stremba verður eftir eini byggitíð á 6-8 mánaðir.
- lidnar mynduleikatekningar, s.s. orkuberokningar, støðuplanur og tvørskurir er partur av endaligari avtalu millum partarnar.
- alt tilfar s.s. timbur, gólv og loftir eru av bestu góðsku
Ikki íroknað
- køkur, hvítvørur, vc og bryggers møblar
- alt lendisarbeiði er byggiharrans ábyrgd
GG: myndirnar her á síðuni eru hugsaðar myndir og eru tí vegleiðandi.









