Nordik húsini

Nú ber til at ogna sær eini lyklaklár sethús i modernaðum sniði, bygd úr EPS byggiblokkum teknað á  føroyskari teknistovu.

Vit hava lagt okkum eftir einum einføldum løttum stíli, sum útstrálar nútíðar arkitektur og úttrykk.

Íroknað er m.a.

  • Nordik húsini verða bygd til føroyska veðurlagið og veggir, gólv, loft  og vindeygu hava tí bestu bjálving
  • Millum hæddirnar er betondekk
  • Útveggir eru pussaðir og málaðir i ljósum liti
  • Innveggir eru klæddir við gips plátum í búrumum og vatnføstum plátum í grovkøki og baðiverilsi
  • Gólv eru ljós parkett gólv í stovu, køk, trappurúm, duri og kømrum
  • Hitaskipan er luft til vatn
  • Øll rúm eru málað í ljósum litum
  • Trappa  millum kjallara og stovuhædd er beton, klætt við timbur.

Allar enleggingar eru eftir nútíðar standardi, við atskildum málara til el løðing av bili.

Byggitíðin er stutt, alt eftir árstíð kann væntast ein byggitíð á 6-8 mánaðir.

Ikki íroknað

  • Køkur, hvítvørur, vc og bryggers møblar

  • Alt lendisarbeiði er byggiharrans ábyrgd

GG: myndir her á síðuni eru hugsaðar myndir og eru tí vegleiðandi